Verd Min

3 views

Lyrics

Fríða náttin er ein eimur
 Stjørnugrús, nú vaknar heimur
 Nakin standi eg
 Eina her
 Maður vakur men so styggur
 Nærkast varisliga, hyggur
 Taradimt er hár
 Tinnuhúð
 Verð mín
 ♪
 Undan fert tú eftir hæli
 Bangin, stundar eftir sælu
 Tøld eg fylgi tær
 Verð hjá mær
 Nærkast hav og himmalrendur
 Kveiktar skelva tínar hendur
 Til tín komi inn
 Nem við meg
 Verð mín
 ♪
 Skrínið læsti, lykil fjaldi
 Signaði ímóti galdri
 Maður er mítt hav
 Nátt er av
 
 Verð mín
 ♪
 Verð mín
 Verð mín
 ♪
 Verð mín
 

Audio Features

Song Details

Duration
03:13
Tempo
114 BPM

Share

More Songs by Dj Antonio

Similar Songs