Mjørkaflókar

3 views

Lyrics

Mjørkaflókar leggja seg
 Sum ein dúnmjúk dýna yvir bygdina
 Tú stendur við gluggan og hyggur út
 Í tokudalin
 Grátt út yvir grátt
 Fjalt er alt sum var grønt og blátt
 Høgu fjøllini
 Eru ballað inn
 Í mjørkaflókar
 Eygu tíni eru fjar
 Sum síggja tey okkurt eingin annar sær
 Eg hevði ynskt eg sá við tínum eygum
 Tín veruleika
 Grátt út yvir grátt
 Fjalt er alt sum var grønt og blátt
 Høgu fjøllini
 Eru ballað inn
 Í mjørkaflókar
 Aldrin kendist tú
 So langt burturi sum nú
 Men eg síggi teg
 Gjøgnum opini
 Millum regndropar
 

Audio Features

Song Details

Duration
03:57
Tempo
144 BPM

Share

More Songs by Eivør

Similar Songs