Silvitni

4 views

Lyrics

Í mánalýsi
 Síggi eg
 Korallrivini
 Glitra ígjøgnum silvitnið
 Í tínum eygum
 Eg lati meg søkka
 Niður í djúpið
 Lati meg draga
 Inn í vakurleikan
 Sum býr í tær
 Og eg gloymi mína óró
 Minnist aftur mína eydnu
 Einki kann toga meg frá tær nú
 Eingin kann elska meg sum tú
 Eg veit at tú elskar
 Sum var eg tín eydna
 Verjir meg
 Sum var eg dukandi hjartað
 Í tínum brósti
 Eg nemi við teg
 Sum vart tú ein lutur
 Av mínum kroppi
 Sum vóru vit spunnin saman
 Av somu æðrum
 Um vit sigla í brotasjógvi
 Kava niður í aldudalar
 Einki kann toga meg frá tær nú
 Eingin kann elska meg sum tú
 

Audio Features

Song Details

Duration
04:38
Key
10
Tempo
90 BPM

Share

More Songs by Eivør

Similar Songs