Verd Mín

3 views

Lyrics

Fríða náttin er ein eimur
 Stjørnugrús, nú vaknar heimur
 Nakin standi eg
 Eina her.
 Maður vakur men so styggur
 Nærkast varisliga, hyggur
 Taradimt er hár
 Tinnuhúð.
 Verð mín,
 Verð mín,
 Verð mín.
 Undan fert tú eftir hæli
 Bangin, stundar eftir sælu
 Tøld eg fylgi tær
 Verð hjá mær.
 Nærkast hav og himmalrendur
 Kveiktar skelva tínar hendur
 Til tín komi inn
 Nem við meg.
 Verð mín,
 Verð mín,
 Verð mín.
 Skrínið læsti, lykil fjaldi
 Signaði ímóti galdri
 Maður er mítt hav
 Nátt er av.
 Tokkabundin hann meg fevnir
 Nevnir meg ein eydnulut
 Farin eru øll
 Einsamøll.
 Verð mín,
 Verð mín,
 Verð mín.
 Mín ham mítt hylki
 Eg sakni tað ikki,
 Ein ham eitt hylki
 Eg gloymi tað ikki.
 

Audio Features

Song Details

Duration
04:56
Tempo
88 BPM

Share

More Songs by Eivør

Similar Songs