Hon syndrast

3 views

Lyrics

Knús hendan klettin
 Ein bøn sum skot upp í ský
 Tað loypir fyri oman
 Svíður fyri niðan
 Látur lokkar og stirðir
 Slær eftirljóð um vøll
 Ørligir skuggar sveima
 Høgga flísar av vitskustólpa
 Tess syrgna leivd eitt gnagað bein
 Eitt tekin um hvat einaferð var
 Týnd er ilskan
 Og skríggjandi óttin etur líkið
 Í vøkstri nærum spreingir út í geyl
 Rætt fram ressast klettur hóttandi
 Hátt reisast úr skorpu hallir steyrar
 Svangir við línhvítum holdi í væntu
 Varliga berist tú fram
 Gátukraft ósædd
 Skjót títt fjøtursbrá
 Lat ei iljar teg loysa kletti frá
 Stóðu av varrum mínum eiðir
 Teir í neyðini vilja ei ásanna mítt fall
 Glotti á grótodd
 Kroppur, sveittur í alduplaggi
 Lívleyst dettur út í tóman heim
 Brót, slintrur og álir
 Hvirla í reyðum gosi
 Fryst títt fjøtursbrá
 Mundu iljar teg loysa kletti frá
 Hátt av varrum mínum eiðir
 Teir í neyðini vilja ei ásanna títt fall

Audio Features

Song Details

Duration
06:10
Tempo
144 BPM

Share

More Songs by Hamferð

Albums by Hamferð

Similar Songs