Við teimum kvirru gráu

3 views

Lyrics

Markleys náði ber mín kropp
 Um aldarmørk
 Lati dreymar leiða meg
 So heit og bjørt
 Í mær tann væna glóð
 Og enn tey heimaljóð
 Eg sá eitt máttleyst bros
 Sum glotta handan skýggi
 Eitt ljós, sum kelda rann
 So kalt og blítt
 Í skuggum skygdi lyftið um
 Aftur til tín
 At teska "góða"
 Vitja tínar dreymar
 Vekja títt hold
 Men stjørna mín fall út úr tíni eygsjón
 Og har brennur hon enn
 Nærum slöknað nú
 So ber og uttom lívd
 Tráar eftir tær
 Lat teg skola yvir meg
 Endurskapa meg
 Stilla sorg úr gomlu øld
 Kynd í minnir køld
 Eg kenni brátt tað brá
 Mær lyfti lívsins trá
 Fjaldi egnu tár
 Eg kenni brátt tað brá...

Audio Features

Song Details

Duration
07:24
Key
7
Tempo
83 BPM

Share

More Songs by Hamferð

Albums by Hamferð

Similar Songs